Alt, ið eg havi, av náði eg vann

Victor Danielsen
Orð: James M. Gray
Lag: Daniel B. Towner
Týtt: Victor Danielsen

1. Alt, ið eg havi, av náði eg vann,
Jesus tað gav, tá eg trúði á hann;
sjálvrós stongt úti – einki um meg –
eg eri ein frelstur syndari.

Niðurlag:
Eina ein frelstur syndari,
eina ein frelstur syndari,
tað bert eg sigi,
og Gud eg tilbiði:
Eg eri ein frelstur syndari.

2. Eitt sinn ein dári, ein trælur av synd,
viljin var rangur, og sálin var blind,
Jesus meg søkti, Jesus fann meg –
eg eri ein frelstur syndari.

3. Styrki var eingin, og tár frelstu ei,
kærleiki fann meg á undirgangsleið,
syndin meg ræddi, Gud ræddist eg –
í dag tó ein frelstur syndari.

4. Gev einum hjarta, sum tiga ei kann,
loyvi at siga frá tí, sum tað fann!
Tað er mítt rós, og tað vitni eg:
Eg eri ein frelstur syndari!

FavoriteLoadingGoym tekstin