Alt lív títt er ein fjakkan á tíðarinnar veg

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Alt lív títt er ein fjakkan á tíðarinnar veg,
ein ferðarmaður ert tú, ei broytast kann tann ferð;
tí still ei stendur tíðin, tú fylgja henni mást,
men sig mær hvar tú fjakkar og hvagar leiðin ber?
Um streyminum tú fylgir, bert letur standa til
og uttan hugsan søkir til heimsins gleðistjøld,
á, steðga, hoyr ein heitan, eitt ráð frá vinahond:
Minst til, at sannleiksløtan dátt kemur beisk og køld!

Niðurlag: Á, legg nú tína leið móti Golgata við skund,
lat blóðið reinsa burt alla synd í hesi stund;
lat Meistaranum róðrið, í fylgi við Hann far,
hin tryggi trygdarklettur sum verður, er og var.

2. Ein ferðarmaður ert tú, mangt møtir tær á leið
av freistingum og roynslum, sum tú teg framá gekst;
ei lætt tað er at liva, ei lætt at seta kós
í lívsins harða meldri, tú mangan sanna fekst.
Men hoyr, ein Klettur stendur í meldrinum so trygt,
tann Kletturin er Kristus, hann bjargar deyða frá;
skal uttan Hann tú liva og deyðan fara í,
við læstu dyrnar standa, ov seint tær banka á?

3. Ein ferðarmaður ert tú, eitt tíðarinnar barn,
ein vallari á foldum, sum roynt her hevur alt;
hvør leið, ið her tú royndi, alt tað tær tyktist bjart,
ei frið í hjartað bar tær, men sveik tá um tað galt.
Hoyr, troytti ferðarmaður, ein leið tó finnist enn,
tann leiðin eitur Jesus, til hvíldarstaðið ber,
Hann vegurin er sjálvur, Hann einans ber á mál,
til Golgata Hann førir, bert Hann teg sælan ger.

FavoriteLoadingGoym tekstin