Alt skaparverk Guds

Orð og lag: Noel og Tricia Richards

1. Alt skaparverk Guds
ber vitnisburð um Harrans dýrd.
Hvør metast javnt kann
við vakurleika hansara.
Í ævir verður hann,
Guds Lamb á trónuni.
Eg boyggi míni knø
og æri eina hann.

2. Eg kunngera vil
Guds dýrd í dag við takksemi.
Guds Lamb út valt varð
at leiða menniskju til Guds.
Í ævir verður tú,
Guds Lamb á trónuni.
Eg boyggi míni knø
og æri eina teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin