Alt, sum er merkt av Harrans hond

Orð: Óli Reinert
Lag: William Shrubsole, James Ellor, Oliver Holden

1. Alt, sum er merkt av Harrans hond
og skaparverki hans,
øll draga vil úr deyðans nátt –
áh, tilbið, tilbið, tilbið,
gev Guds verki ans.

2. Gud skapti alt, og tað var gott;
men inn kom synd og deyð;
men Jesus, hann vann deyðans mátt –
áh, tilbið, tilbið, tilbið –
hann veit hjálp í neyð!

3. Í vetraródn og myrku nátt,
tá kenst tú veikur her;
men vend í bøn til Himmals hátt,
og tilbið, tilbið, tilbið –
ja, tað uppi ber!

4. Náttúran vøkur er at sjá
ein vakran summardag;
hvør vøkur er Guds dýrd ei tá –
áh, tilbið, tilbið, tilbið
hann á hesum stað!

5. Lat okkum syngja prís til hann,
sum vildi doyggja her
og okkum aftur lívið vann –
áh, tilbið, tilbið, tilbið –
hann tað verdur er!

FavoriteLoadingGoym tekstin