Alt tað, ið eg havi, sum hjartað ger glatt

Orð og lag: Dottie Rambo
Týtt: Hallgrim Miðberg
Upprunaheiti: Remind me, dear Lord

1. Alt tað, ið eg havi, sum hjartað ger glatt,
tað er Harrans, hann eigur hvønn lut.
Gud meg letur tað njóta til gleði og gagns,
minn meg á tað, minn meg á tað, Gud!

Niðurlag: Meistarans kærleika minn meg altíð á,
vís mær, hvat eg eri frelstur til og frelstur frá.
Vit menniskju gloyma, ja, gloyma so skjótt,
minn meg á tað, minn meg á tað, Gud!

2. Einki gott gjørt eg havi at ognast Guds Son,
sum varð særdur og straff mína bar.
Út á Golgataheyggin hann gekk fyri meg,
áh, so stórur hans kærleiki var.

FavoriteLoadingGoym tekstin