Alt til tín

Orð: Don Moen (niðurlag) og Jógvan Zachariassen (ørindini)
Lag: Don Moen
Týtt: Jógvan Zachariassen (niðurlag)

1. Mítt lív til tín eg beri;
eg yvirgevi alt –
mítt stríð og mína stúran,
hjá tær, Gud, er tað fjalt.
Og sjálvt um eg kann ivast,
tá eygað ikki sær,
eg aftur til tín leiti
at hvíla nær hjá tær.

Niðurlag: Alt til tín, alt til tín,
eg gevi alt til tín.

2. So spakførur av hjarta
og eyðmjúkur tú ert.
At liva sum tú livdi
lær meg, fylgja har tú fert.
Og tá so ódnin herjar
og stormur leikar á,
eg ásjón tína søki,
til tín er øll mín trá.

3. Eg veit, at tú ert trúgvur
og lyfti tíni røtt,
títt ok, tað er mær gagnligt,
og tín byrði, hon er løtt.
So eg lyfti mínar hendur
sum mítt lovoffur til hann,
sum tryggan fram meg leiðir,
til eg heima hvíla kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin