Altíð meir av tær, altíð meir

Orð og lag: Ókend/ur
Týtt: Andrea á Roykheyggi

Altíð meir av tær, altíð meir,
altíð meira sum tú, altíð meir.
Altíð meira títt orð fata,
tíni verk fremja, áh, Gud, altíð meir.
Tú ert Gud, ið meg sum barn elskar,
og sum ein Faðir tørv mín sær.
Eingin, ei nakað, kemur tær nær, áh, Gud.
Tú vísir teg sum ævigt trúgvan vin,
og tú kennir hjarta mítt.
Gev mær meir av tær, altíð meir.

FavoriteLoadingGoym tekstin