Alveldis Gud, sum frelsu gav

Orð: William Whiting
Lag: John Bacchus Dykes
Týtt: Sigurd Berghamar
Upprunaheiti: Eternal Father, strong to save

1. Alveldis Gud, sum frelsu gav,
sum bindur storm og villa hav;
tey djúpu vøtn, tey víðu høv,
øll mugu lýða tíni krøv.
Í bøn vit bera fram øll tey,
á sjónum eru stødd í neyð!

2. Áh, Kristus, bert eitt orð frá tær,
brátt sjógvur legðist, stilli varð.
Á aldum trygt tín fótur gekk,
í ódnarveðri blund tú fekk.
Í bøn vit bera fram øll tey,
á sjónum eru stødd í neyð!

3. Áh, Halgi Andi, tú, sum lá
við verndarveingjum vøtnum á,
sum framdi frið um heimsins høv
og legði logn um nes og nøv.
Í bøn vit bera fram øll tey,
á sjónum eru stødd í neyð!

4. Áh, Guddómstríeind, kærleiksvøld,
veit brøðrum várum vernd og skjøld,
lat ódn og álop, eld og sker
ei kunna skaða teirra ferð.
Mót Himli takkarsongir tá
upp stíga landi, sjógvi frá.

FavoriteLoadingGoym tekstin