Amnesty

Orð og lag: Robert McBirnie

A-M-N-E-S-T-Y
boðar frælsi boðar frið
komið øll og rópið við
um amnesti ja amnesti.

Kring allan heim í nógvum londum
er tíverri so
at fólk í varðhald verða blakað
uttan orð og boð
rættargongd er ókent orð
rættarskipan løgd í sor
hesi lond tey fremja fólkamorð.

Kenni ein ið tikin varð á vegnum
sum hann gekk
foreldrini tey kundu bara staðfesta
hann var vekk
ongin ímynda sær kann
hvørjar ræðuleikar hann
gjøgnumgekk til Amnesty hann fann

Og er tað tí av størsta týdningi
at eg og tú
ikki bara yppa øksl við okkara “ajú”
men standa saman lið um lið
til fólk á jørð so við og við
ikki nýtast biðja um amnesty.

FavoriteLoadingGoym tekstin