Ámunds ríma

1. Eg kann onga skemtan gera,
um enn eg gangi í dans,
eg kvøði um keisaran Karlamagnus
og avrekskappar hans.

Niðurlag: Ríða teir út av Fraklandi
Við dýrum drós í saðil
Blás í hornið Ólivant
í Runsival.

2. Keisarin eigur ein systurson,
hann vil hann ikki gloyma,
setur hann hann í glæstriborg,
við fimtan sveinar at goyma.

3. Keisarin eigur ein fljótan hest,
slíkur er eingin í landi,
so loypur hann yvur dalar og fjøll,
sum aðrir á sløttum sandi.

4. Keisarin var í stríð í dag,
óttaðist ongan vanda,
inntil dagur at kvøldi kom,
tá reið hann troyttur heim.

5. Eg sá kempu í stríð í dag,
óttaðist ongan vanda,
høvdu vit fingið kristna hann,
slíkur var eingin í landi.

6. Eg sá kempu í stríð í dag,
tílíkan ongan sá,
sannur faðir av himmiríki,
latið meg honum ná.

7. Ámund kvittar úr stríðinum,
hann skuldi ríða heim,
eftir reið keisarin Karlamagnus,
at vinna honum mein.

8. Ámund kvittar úr stríðinum,
var glaður fyriuttan ekka,
kom sær fram at kelduni
og legði seg har at drekka.

9. Ámund legðist við kelduna niður,
komu so tíðindi heim,
níggju áir í vatni runnu,
tað fjaraði úr øllum teim.

10. Níggju áir í vatni runnu,
so munnu tíðindi koma,
so drakk Amund heidningur,
at einki vatn rann oman.

11. So reið keisarin Karlamagnus,
alt tað hestur sprakk,
hann kom fram at kelduni,
sum Ámund lá og drakk.

12. Keisarin so tilorða tekur,
studdist við skjøldin fríða:
“Statt upp heiðin, verj títt lív,
eg vil ikki á teg níða”.

13. Ámund leit frá kelduni upp,
lat sær einki ekka:
“Hvussu eitur tú mikli maður,
ið forðaði mær at drekka.”

14. “Karlamagnus eiti eg,
so eri eg nevndur av sonnum,
kosin kongur og keisari,
yvir kristnum monnum.”

15. “Hoyr tú keisarin Karlamagnus,
eg sigi tær satt ífrá,
tú hevur dripið fyri mær,
so ikki fast tølur á.”

16. “Hoyr tú keisarin Karlamagnus,
eg tali her til tín,
gev mær handa fríða hjálm,
í umbót skaða mín.”

17. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann situr á hesti sínum:
“Henda hjálm fær eingin av mær,
so leingi eg eri á lívi.”

18. Ámund leit frá kelduni upp,
talaði honum til:
“Henda sama fríða hjálm,
hann taki eg, tá eg vil.”

19. Ámund leyp frá kelduni upp,
settist á ørsið stinna:
“Eg sá manga frægari kempu,
kundi meg ikki vinna.”

20. Ámund leyp á gangara sín,
mælti ei meira mál,
hjálmur hans og brynja,
alt var gjørt av stál.

21. Ámund rendi á vøllin fram,
hann gav honum lítla takk:
Leysan keisaran Karlamagnus,
Hann út úr saðil stakk.

22. Hann kastaði øllum vápnunum
og øllum silvurbondum;
hann sá sær ikki svinri rá:
hann keisaran tók á hondum.

23. Legði hann hann á jørðina niður,
tekur til bond at greiða:
Henda sama fríða hjálm
vildi hann ikki skeina.

24. Bardust teir um hjálmin,
tað var mest av sút;
henda sama fagra dag
tá reið Rólant út.

25. Rólant reikar um borgina,
hann lítur at ringinum reyða:
“Tað kenni eg at sjálvum mær,
at frændi mín er í neyð.”

26. Rólant reikar um borgina,
tað var mest av sút,
talar hann til sín goymslusvein,
biður hann lova sær út.

27. Svaraði tann av sveinunum,
sum hurðar hevði í valdri:
“Tú fert ikki av borgini út,
tú ert ov ungur av aldri.”

28. Rólant reikar um borgina,
við trega og tunga sút,
talar hann aftur til goymslusvein,
biður hann lova sær út.

29. Svaraði tann av sveinunum,
á borgini hevði ráð:
“Tú fert ikki av borgini út,
standist hvat av í má.”

30. Rólant reikar um borgina,
tó tað gjørdi hann treyður,
Tók hann hendan goymslusvein,
Bardi hann til deyða.

31. Rólant leyp av borgini út,
mangt var honum ímóti,
fann hann sær ein fatabúrs hest,
og eitt skaft av spjóti.

32. Rólant reið eftir gøtuni fram,
hestinum treyt at ganga:
“Drottin dýri á himnaborg,
latið meg stríðið fanga.”

33. Rólant reið eftur gøtuni fram,
næstan lat hestur lív:
“Drottin dýri í himnahøllum,
vísi mær á tað stríð.”

34. Rólant reið eftir gøtuni fram,
ei leiddist honum enn:
tá hann kom á skógvin fram,
tá sá hann tógva menn.

35. Tað var eysti Rólant jall,
hann talar tilgangara sín:
“Stíg nú fram so dristiliga,
nú síggi eg frænda mín.”

36. Rólant reið á skógvin fram,
so ganga søgur frá:
sá har keisaran harra sín,
hann opin á vølli lá.

37. Ámund leit frá vølli upp,
Tykist hava kent:
“Sjálvur sáhin fánýti,
hevur teg higar sent.”

38. Mælti tað keisarin Karlamagnus,
eyguni at honum rendi:
“Signaður verið tann dýri dráttur,
ið teg higar sendi.”

39. Svaraði Ámund, kempan reyst,
heldur sær á gleim:
“Mætari Gud hava tit enn eg,
koma tit livandi heim.”

40. Rólant hevði ei annað vápn,
enn eitt spjótarskaft:
So var mær av sonnum sagt,
Hann sipaði til so fast.

41. Tað var mær av sonnum sagt,
hann sipaði til so fast,
brá til Ámund heidningin,
so høgra hondin brast.

42. Niður fell tá Dýrindal,
Rólant upp hann treiv:
“Hvør var nærri arvinum?
Ei var eg her feigur.”

43. Tað var reysti Rólant jall,
við Dýrindali brá,
kleiv hann Ámund heiðningin
sundur í luti tvá.

44. Tað var reysti Rólant jall,
var glaður fyri uttan ekka,
tók hann vatn í gyltan lúður,
bar sínum frænda at drekka.

45. Tað var keisarin Karlamagnus,
tá ið hann vatnið fær,
við báðum sínum eygunum,
hann upp til himna sær.

46. Keisarin setist ávøllinum upp,
víða um seg sá:
“Hvar er nú hin mikli kappi,
mær var her íhjá?”

47. Svaraði reystur Rólant jall:
“Eg sigi tær satt ífrá,
deyður er Ámund heiðningur,
sjálvur eg hann vá.”

48. Tað var Rólant, keisarans frændi,
tók so til av sonnum:
“Bannaður verið búkur hans,
bæði av gudi og monnum.”

49. Mælti tað keisarin Karlamagnus,
nú fell alt væl í lag:
“Vit skulu ikki skaða hann,
hvørki hans gull ei fæ.”

50. Svaraði reystur Rólant jall:
“Ei man tað so vera,
Ámund høvur og Dýrindal
vit skulu til hallar bera.”

51. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann lítur at ringinum reyða:
“Óluvant horn Dýrindal
tey vera tær at deyða.”

52. Riðu teir á brekkuna upp
sum Ámunds høvur lá,
stríðir runnu blóðfossar,
so er mær greint ífrá.

53. Tað var keisarin Karlamagnus,
reið sær heim í garð,
úti Olgar danski
fyri honum var.

54. Mælti tað Olgar danski,
heldur sær á gleim:
“Tað má tú takka frænda tínum,
at tú komst livandi heim.”

55. Svaraði keisarin Karlamagnus:
“Tað var mær so líkt,
tað verður ikki á míni ævi,
eg komi mær aftur í slíkt.”

56. Gingu teir í høllina inn,
óttaðust ongan vanda,
keisarin settist í hásæti,
og Rólant honum til handa.

57. Tað var reystur Rólant jall,
mælir so fyri sær:
“Hvør skal fara við høvdinum,
harri sig tú mær.”

58. Svaraði keisarin Karlamagnus:
“Lat tað nú so vera,
sjálvur skalt tú kjósa tann,
ið sendiboð skal vera.”

59. Rólant steig um borðið fram,
heldur á búnum brandi:
“Fyrstan nevni eg Gýðin jall
útav várum landi.”

60. Tað var vondi Gýðin jall,
hann mælir so fyri sær:
“Tú hevur somangar gøturnar
ójavna fyri mær.

61. Fari eg fyri Angulund kong,”
Gýðin jall mælir av bræði:
“Tað skalvera deyðitín,
og fleiri dreingja skaði.”

62. “Fari eg fyri Angulund kong,
komi eg ikki heim,
tað skal vera á tíni ævi,
onkur fellur gleim.”

63. Gýðingur fórfyri Angulund kong
Víð Ámunds høvur í hendi,
“Her er skattur av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi.”

64. Tað var kongurin Angulund,
alla gleði misti:
Tríggjar reisur á einum sinni
Blóðugt høvur kysti.

65. Kastar hann øllum vápnunum
og øllum silvurbondum:
“Harðan skal hann deyðan tola,
oss ber høvur í hondum.”

66. “Taka skulu tit Gýðin jall,
leggja hann í jarn:
Skyldur eri eg Ámund at hevna,
Hann var mítt onkarbarn.”

67. Tað var vondi Gýðin jall,
talar so fyri seg:
“Líkari var tín son at hevna,
enn at drepa meg.”

68. “Tað tykir mær ikki mikið at vera,
at tú letur meg vega,
heldur skal eg ráða tær,
hvussu tú skalt gera.”

69. “Tú skalt fara í heiðin lond,
samla saman fólk,
av teimum átjan blálondum
sum eingin skín á sól.”

70. “Tríggjar skalt tú avreksherar
av tínum landi gera,
í tí triðja og seinasta,
har skalt tú sjálvur vera.”

71. “Eg fái ikki, Angulund kongur,
tala við teg longur,
tí at keisarin Karlamagnus
er so harður drongur.”

72. “Eg skal fara til Karlamagnus,
honum ráðini gera,
hálvt skal liðið í Runsival,
og hálvt skal heima vera.

73. Tú skalt honum tey boð heim bera,
sig honum so til handa,
undir lindini Aspurmund,
har skal stríðið standa.”

74. “Tú skalt teimum tey boðini bera,
siga teim so ífrá:
undir lindini Aspurmund,
har skal stríði stá.”

75. Tað var vondi Gýðin jall,
reið sær heim í garð,
úti keisarin Karlamagnus
fyri honum var.

76. Keisarin so til orða tekur
smílist undir lín:
“Hvussu tók kongurin Angulund
við høvur av soni sínum.”

77. Hann bað tey boðini bera
sjálvum tærtil handa:
“Undir lindini Aspurmund,
har skal stríði standa.”

78. “Eg skal leggja tær ráðini,
hvussu tú skalt gera:
hálvt skal liði í Runsival,
hálvt skal heima vera.”

79. Keisarin letur boðini senda,
savnar saman her,
nú skal ríða í Runsival,
og vita hvussu fer.

80. Keisarin situr í hásæti,
hann lítur at ringinum reyða,
skjótt kemur kongurin Angulund
at hevna Ámunds deyða.

FavoriteLoadingGoym tekstin