Andi Guds í forðum lá

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1990-árunum.

Andi Guds í forðum lá
yvir heimsins hválvi.
Fóru ljósins dyr úr slá,
sprongdist myrkurs bjálvi.
Upp reis jørðin ung og ný,
morgungeislum baddist í
har í havsins gjálvi.

Andin dvaldi annað sinn
yvir vatni kalda,
doypa læt seg loysnarin
har í Jórdans aldu.
Opnast himin, eins og nýtt
upp rann náðarljósið blítt
úr tí dýpi kalda.

Andin sveimar enn sum fyrr
yvir vøtnum skæru,
opnast himins dýrdardyr
Drottins børnum kæru.
Eftir skírnar signa bað
døggvátt sprettur blómublað,
lívið dýrabara.