Andin tær sendir boð

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Andin tær sendir boð:
Dagurin er nær.
Brúðurin seg gleðir so,
málið hon sær.
:,:Á, sum tað verður gott,
Brúðgómurin kemur skjótt,
og Sína Brúður brátt
heim til Sín fær.:,:

2. Á, hetta vaknarróp
ljóða nú má:
Umvending, trúgv og dóp.
Reinsast tú má’
:,:til likam, anda, sál,
so tú náa kanst á mál,
og ferðarbúgvin sál
tín standa má.:,:

3. Skjótt kemur Dagurin,
sál, ert tú glað?
Skalt tú við stíga inn
í Zions Stað?
:,:Kom, Honum prísa nú,
sum vit her á hava trúð,
tá verður loystur tú
á Golgata.:,:

4. Farvæl, tú verð har eg
dvaldi eitt bil;
troyttur nú eri eg
at hoyra tær til.
:,:Uttanfyri Tilhaldið
Brúðarskarin heldur seg,
skjótt heimsins tronga veg
farvæl sigur til.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin