Andlit Jesusar at síggja

Orð: Carrie E. Breck
Lag: Grant Colfax Tullar
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Andlit Jesusar at síggja,
áh, hvør gleði verður tað –
hann í skýggjunum at hitta,
har hann kemur skjótt ein dag.

Niðurlag:
Ásjón hans eg skjótt skal síggja
oman fyri stjørnurnar.
Andlit tá til andlit skoða
hann í allar ævirnar.

2. Skuggar millum okkum koma,
nú bert kámt eg hómi hann.
Men ein sælur dagur kemur,
tá eg klárt hann síggja kann.

3. Áh, hvør frøi nær hjá honum
fyri særd og byrðað bróst.
Sløtt tá verður illgongd gøta,
alt hitt myrka verður ljóst.

4. Tá eg Frelsaran skal síggja,
andlit hans eg kenna skal,
við hans lið, sum her meg elskar,
heim í dýrd hann leiðir væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin