Andøvur

Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Arnold Ludvig

Vit sita kvirr í køkinum
og útvarpið spælir eitt lag.
Tú kveitir, heldur troytt at mær,
tað sama hvønn einasta dag.
Hvat varð av tí gleði og trá,
ið vit einaferð høvdu saman.
Hvat varð av dreymunum,
hví stendur lívið í stað?
Hví sita vit her saman enn,
so tunglynt og líkaglað.

Eg veit væl, at eg ikki helt
alt ið eg lovaði tær.
Og tú manst, heldur ikki hava
gjørt alt eg væntaði mær.
Men hvørgin mælir hálvtalað orð,
hóast vit kanska vildu.
Hvørgin torir at siga sum er:
hví flyta vit ikki hvør sær?
Vit sita heldur still og kvirr
og látast alt er sum tað var.

FavoriteLoadingGoym tekstin