Andvekur

Orð og lag: Teitur Lassen

tín rødd ferðast runt húsini sum eitt vælkent lag
tíni orð hita mín kropp sum eitt heitt bað
góða, eg eri øvundsúkur inn á teg
tú dugir nógv betur at liva enn eg

ár eftir ár – tú eldist í mær og leikir míni sár
dag eftir dag – tú er eitt heilagt stað

eg liggi eina svøvnleysa nátt í andvekri
nógv betri enn ein góður dreymur er veruleikin
tað ljóðar so væl tá ið tú sigur tað ábyrgdarfrítt
tú kennir tað gráa ímillum svart og hvítt

ár eftir ár – tú eldist í mær og lekir míni sár
dag eftir dag – tú er eitt heilagt stað

FavoriteLoadingGoym tekstin