Andvera

Orð og lag: Kári P.
Viðmerking: Yrktur í 1976.

1. Har liggja 99 pappír
í ovastu skuffuni
á tey er ritað
so man kann vita
um tú riggar
normalt.

2. Har liggja 88 pappír
í næstovastu skuffuni
hvørt orð er vigað
og tað tey siga
er at tær vantar
kontakt.

3. Har liggja 77 pappír
í mittastu skuffuni
hvønn dag skal skrivast
so ongin ivast
at tú gert tað tú
skalt.

4. Men har liggur eitt smíl
í næstniðastu skuffuni
av og á kannað
um millum manna
tað kann smílast
normalt.

5. Tí har liggur ein tjúkk bók
oman á øllum skuffum
standa sannleikar
frá einum samfelag
sum sigst at rigga
normalt.

6. Men eg siti og bíði
og veit ikki hví eg
kundi stríðst
móti øllum heimi
í dómadags
stríði.

7. Tí hugur mín tráar
eftir niðastu skuffuni
men hon er fast læst
verður aldri opnað
tí har liggur
tú sjálv.

FavoriteLoadingGoym tekstin