Ansa, eyga lítla, hvat tú sært

Orð og lag: Ókend/ur
Týtt: Victor Danielsen

1. :,: Ansa, eyga lítla, hvat tú sært! :,:
Tí vár Faðir uppi har
niður her til jarðar sær –
ansa, eyga lítla, hvat tú sært!

2. :,: Oyra, ansa, hvat tú hoyra fært! :,:
Tí vár Faðir uppi har
niður her til jarðar sær –
Oyra, ansa, hvat tú hoyra fært!

3. :,: Lítla hond, ver varin, hvat tú gert! :,:
Tí vár Faðir uppi har
niður her til jarðar sær –
lítla hond, ver varin, hvat tú gert!

4. :,: Lítli fótur, ansa, hvar tú fert! :,:
Tí vár Faðir uppi har
niður her til jarðar sær –
lítli fótur, ansa, hvar tú fert!

5. :,: Lítla hjarta, ansa, hvat tú trýrt! :,:
Tí vár Faðir uppi har
niður her til jarðar sær –
lítla hjarta, ansa, hvat tú trýrt!

FavoriteLoadingGoym tekstin