Antikristsins merki bleiktrar víða um í dag

Orð og lag: Thomas Ball Barratt
Týtt: Ókendur

1. Antikristsins merki bleiktrar víða um í dag,
Jesu sannu vinir síggja allir tað.
Jesu Kristi verk, tað sama er sum forðum, jú,
torir svíkja Kristus tú?

Niðurlag: Várt sigursmerki út frá Golgata í dag,
ja, somu kraft enn hevur tað.
Í Anda Guðs, ja, bara tað er vist,
at vit sláa kunnu alla Satans list.

2. “Djórsins merki” sett nú verður mongum pannu á,
síggj tú einans til, tú víkur hesum frá.
Frelstar sálir mangar ganga uttan blóðsins kraft,
uttan Andans lív og saft.

3. Blóðið verður háðað, Andans náði skúgvað burt,
syndalívið gloymt, – ja, ella yvirsmurt.
Latið okkum brøður, systrar rópa út Guðs Lóg:
Reinsanin við Jesu blóð.

4. Mong sum trælir enda nú sum fyrr í gomlu tíð,
hjørtu bindast fast í vantrúgv, formi, stríð.
Men Guðs sannu vinir ganga fram í Jesu spor,
hoyra einans Hirðans Orð.

5. Tíðarinnar vantrúgv vísir myrka flagg sítt fram,
Harrans flokkur trívist um tíðin enn er stutt;
skjótt so kemur Kongur vár og smildrar við sítt Orð
Antikristsins makt í sor.

6. Halleluja, syng nú út hvør sanna frelsta sál,
í Jesusi fæst alt inntil vit náa mál;
svíkið ikki, – biðið bert, tí ríkur er Hann nokk,
Hann aldri svíkja kann sín flokk.

FavoriteLoadingGoym tekstin