Arbeið, tí náttin kemur

Orð: Annie L. Coghill
Lag: Lowell Mason
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Work, for the night is coming
Viðmerking: Jákup Dahl hevur gjørt eina aðra týðing, sum sæst her.

1. Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið á morgunstund,
arbeið í dagsins tímum,
tíðin fer við skund!
Arbeið í sólarhita,
arbeið, um kvøldið leið,
arbeið, tí náttin kemur,
tá tú virkar ei!

2. Arbeið, tí náttin kemur,
stríð hitt góða stríð,
honum, ið gav tær lívið,
gev tú tína tíð!
Á hinum stuttu stundum
ger tað, tú veitst, er gott,
arbeið tí náttin kemur,
tá tú steðgar brátt!

3. Arbeið, tí náttin kemur!
Sólin fer skjótt í kav;
arbeið tú fyri Harran,
sum tær lív sítt gav!
Arbeið til náttarmyrkrið
endar alt strev og stríð,
arbeið, tí náttin kemur,
tá er hvíldartíð!

FavoriteLoadingGoym tekstin