Árið líður skjótt at enda

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Johann Schop

1. Árið líður skjótt at enda,
stutt er nú til midnáttstund.
Upp til Harrans vil eg senda
glaða tøkk av hjartans grund.
Dagur kom, og dagur fór,
miskunn hans var altíð stór.
Væl hann mínar gøtur greiddi
og á lívsins veg meg leiddi.

2. Hugnaligt er á at minnast
manga gávu, Guð mær gav,
best er í hans høll at finnast,
tá ið hetta lív er av.
Er enn her mong løtan blíð,
verður har tó betri tíð,
sorg má øll til sælu venda,
gleðin har fær ongan enda.

FavoriteLoadingGoym tekstin