Arma hjarta! møddist tú?

Orð: Rasmus Effersøe
Lag 1: Hermann Jacobsen
Lag 2: Peter Heise

1. Arma hjarta! møddist tú?
Hevur sorgin boygt teg niður?
Hoyr nú, hvat tín biðil biður:
Glað og fró tú vakni nú!
Gloym tú minnini tey sáru,
:,: gloym tú hvørja beiska táru, :,:
frá tær fleyt!

2. Far í dreymalandið inn;
hvíl teg út úr øllum vanda,
ljótir dreymar hava andað
eitur í títt sjúka sinn.
Brátt skal aftur sólarljósið
:,: ala fríska heilsurósu :,:
tær á kinn.

FavoriteLoadingGoym tekstin