Arma sál, sum saknar frið

Orð: Fanny Crosby
Lag: Hampus Wetterling
Týtt: Victor Danielsen

1. Arma sál, sum saknar frið,
við hans kross er rúm til tín!
Tína neyð tú honum sig!
Við hans kross er rúm til tín.
Kalla á hann, sum tú kann!
Hvør, sum rópti, frelsu fann;
syndarum jú fagnar hann –
við hans kross er rúm til tín.

2. Syndari, vend um, vend um!
Við hans kross er rúm til tín;
lurta eftir kallinum!
Við hans kross er rúm til tín.
Lívsins kelda rennur her,
fyri tær hon opin er;
kom og drekk og frelstur ver;
við hans kross er rúm til tín.

3. Alla tína neyð hann sær,
við hans kross er rúm til tín,
drála tí ei, kom nú nær!
Við hans kross er rúm til tín.
Hann vil geva frið og troyst,
bundin verða grødd og loyst,
hvíld í friðleys hjørtu oyst –
við hans kross er rúm til tín.

4. Sæla boð til hvønn og ein:
Við hans kross er rúm til tín!
Har er kærleikskeldan rein,
við hans kross er rúm til tín.
Sælur tann, sum hevur sæð
ljósið frá tí dýra stað!
Vitna kann tann sál í dag:
Við hans kross var rúm til mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin