Ársins fyrstu stevnu vit í Klaksvík halda

Orð: Ókendur
Lag: Skamlingsbanken

1. Ársins fyrstu stevnu vit í Klaksvík halda
fegnast yvir summar nærkast okkum skjótt.
Gloyma veturin tann langa, myrka, kalda,
goyma burtur kunnu knarvakot og vøtt
Fagnaðarkvøðuna av Bernhard B. vit syngja
og við Óla D. um sunna sál og skinn,
Hoyra røður – fegnast yvir kór sum syngja,
skreyteld, kyndlagongd og dansistev so stinn.

2. Eina løtu gloyma dagligt stríð, er lætti,
stríð um heildarloysn, um skittfisk og um sild
Gloyma menn ið snýttu túsundvís í skatti,
og at okkum ikki alt gekk eftir vild.
Vit í Klaksvík hava nógv til gestir vísa,
svimjihøll, ei betri til í Føroyum er.
Fótbóltsvøll vit upp í myrkri kunnu lýsa,
men í steyrahædd enn Havnin sigur ber.

3. Onki slatur – góðsligt prát við perspektivi,
hvør á bláman leggja skal at svimja kapp.
Rukkulakkin hevur tilfar – ongin ivi,
ikki illa meint, so takið tit tað lætt.
Kenningar tú hittir, onkur hevur kenning,
dúgliga vit heilsast tá og spyrja nýtt.
Ei vit gloyma tað, sum hoyrir við til menning
sjónleik – tónleik – myndalist skal fáa sítt.

4. Klapp á herðar, “Hey kom her eg løgg tær bjóði”
hondin niður millum buksurkvaðran fer.
Upp við fløsku, “Kom nú her og fá tær góði”
Óført slag um heldur lunkaður hann er.
Eitt tó er, vit ikki yvir kunnu ráða,
eisini í Klaksvík regnið kennist vátt.
Vit tó ynskja tykkum góða stevnu fáa,
og at sól á bláum himli stendur hátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin