At biðja tú meg læri

Orð: Bjørn Halldórsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

At biðja tú meg læri,
tí mangt mær vanta man.
Mín Harri, Kristus kæri,
o, lær meg ítrótt tann!
Gud, styrk tú meg og styðja
og lær meg nátt sum dag
so trúliga at biðja
sum barn við faðirs knæ.