At dimmið ofta veldið fekk

Orð: Jóannes Patursson

At dimmið ofta veldið fekk
í huga, orð’ og verki,
at maður ofta veikur gekk,
ið heita má hin sterki,
at hann hin mikla mátt,
tann, sum hann skuldi átt
í Guði til at strítt,
leyt undir liggja títt,
tað merkir syndamegi.

Frá fyrstu stund, ið hugsast má,
og inntil tíman henda,
ei megnaðu vit fast at stá,
brátt undan var at venda;
í fylgi syndin var,
sum størstan sigur bar,
tí bliknaði so títt
Guðs bílæti so frítt,
vár skjøldur skuldi vera.

Skal samvitskan tá niðurdoyvd
av manna treiski verða
og ikki hava nakra loyvd
sannleikan fram at bera?
Skal roynast fram um alt
at fáa niður fjalt
hvørt syndugt spor hjá mær,
hvarí eg sekur var,
skal eg ei við tað kennast?

Mítt syndagjald so mikið er,
Guð náði meg, eg biði;
er merkt á míni heimsins ferð
hvørt spor, eg havi stigið;
so veikt var lívið mítt,
so illa gat eg strítt,
títt fullu verkin mín,
eg breyt við vilja tín,
helt illa heilagt lyfti.

Iðranar tár eg fella má
for mínar syndir allar,
for Kristus mín vil eg inn gá
á náði hans at kalla,
at har, sum fyrr var svart,
hann birta vil so bjart
sítt bílæt, at so frítt
tað aftur breiðir blítt
sín ljóm’ um gøtu mína.

FavoriteLoadingGoym tekstin