At leypa og at renna

Orð og lag: Øssur Berghamar
Viðmerking: Yrktur umleið 1970-1971.

At leypa og at renna,
at spæla og at flenna
um tún og teig við javnaldrum hvønn dag –
so stuttligt tað kann vera
og lætt mítt hjarta gera,
eg syngi hart og frítt í góðum lag.
Men best av øllum var tað,
at Jesus fekk mítt hjarta,
hann frelsti meg og gjørdi meg til sín.
Og nú á hvørjum degi
eg syngja kann við gleði
:,: um Jesus, sum er besti vinur mín. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin