At liva tað er at elska

Orð: Anders Vassbotn
Lag: Á leikvøllum funnust í forðum
Týtt úr norskum: Mikkjal á Ryggi

1. At liva, tað er at elska
tað besta í tíni sál;
at liva, tað er at virka
og seta so bjart sítt mál.

2. At liva, tað er at finna
tað hægsta, í heimi er;
at liva, tað er at vinna
til sannleika á síni ferð.

3. At liva, tað er at køva
órætt og lygn og synd;
at liva, tað er sum havið
at spegla himmalsins mynd.

FavoriteLoadingGoym tekstin