At lívið varð ljóst

Orð: Victor Danielsen
Lag: Ludvig Mathias Lindeman

1. At lívið varð ljóst,
at gleði hvønn dag skuldi fylla mítt bróst,
eg helt, tá ið verðin mær vælkomnum beyð,
tá sólin skein fagurt, og rósan stóð reyð;
at æra og ríkdómur fyri mær lá,
eg hugsaði tá.

2. Men dreymurin bleiv
so stuttur, sum toka og tám burt hann dreiv;
bert saknin og sorgina fekk eg til gest,
og heimurin sveik, tá hann lovaði mest,
og óttin og mótloysið spurdu meg nú:
Hvat til livir tú!

3. Ja, hvat, hvat var tað,
sum eg hevði livað í dag eftir dag!
Tað synd bert og gudloysi, dárskapur var,
og hvat, um hin tráður, til lívið helt mær,
var brostin, og sál mín til dómin var seld
og Helvitis eld!

4. Og vónloysi tá
meg fylti, og eina Guds vreiði eg sá;
eg hevði ei dirvi at liva, og tó
enn meiri eg óttaðist deyðan, sum stóð
á vegnum og hótti og talaði so:
Skjótt, skjótt fært tú boð!

5. Tá hoyrdi eg, at
í mín stað Guds Sonur seg krossfesta læt;
hann rætti til mín sína frelsandi hond,
tók burt mína byrði, skar av míni bond;
ja, bert í hans blóði mín sál frelsu fann,
mín friður er hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin