At søkja Gud í hjartans bøn

Orð: Ókendur
Lag 1: Joseph Mainzer
Lag 2: Samuel Webbe
Týtt úr enskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Sweet are the seasons when we wait

1. At søkja Gud í hjartans bøn,
hvør dýrar stundir eru tað!
Tær stundir veita stóra løn,
ei tómhent fara vit avstað.

2. Av tínum børnum nøkur fá
vit koma her at søkja teg;
tín friður lýsi okkum á,
við náði vári hjørtu gleð!

3. Hvør søt, hvør dýr hin hugsan er,
at fólks tíns róp tú gloymir ei,
at kærleik ævigan tú ber,
um svarið ja er ella nei!

4. Lat okkum søkja tað, tú vilt,
og elska bert títt egna ráð!
Við hesum ger várt hjarta stilt:
Tá mest vit treingja, mest vit fá!

FavoriteLoadingGoym tekstin