At telja tey megni eg valla

Lina Sandell
Orð: Lina Sandell
Lag: Albert Lindström
Týtt: Árni Jacobsen
Viðmerking: Upprunaliga prentaður á fyrsta sinni í 1880.
Upprunaheiti: Jag kan icke räkna dem alla

1. At telja tey megni eg valla,
øll prógv um Guds kærleik og náð.
Sum døggin á morgni tey falla
og skyggja á blómu og strá.
At telja tey megni eg valla,
øll prógv um Guds kærleik og náð.

2. Á stjarnanna blaktrandi skara
ei kenni eg nøvn ella tal.
Guds góðska, sum ævigt skal vara,
klárt lýsir í djúpasta dal.
Á stjarnanna blaktrandi skara
ei kenni eg nøvn ella tal.

3. Ei tal á teim øllum eg fái,
tí fyllist mítt hjarta við tøkk,
tí Jesusar góðska og náði
í ríkiligt mát til mín røkk.
Ei tal á teim øllum, eg fái,
tí fyllist mítt hjarta við tøkk.