At trúgva er at níga

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Emilie Thorup
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur okkurt um 1963.

At trúgva er at níga
við krossins dýra fót,
í syndaiðran stíga
vár Harra Krist ímót.

At trúgva er at selja
sín egna stórleika,
og náðarklettin velja
– tann dýra frelsara.

At trúgva er at grunda
sítt lív á Harrans orð;
í lív´og deyða stunda
í Jesu fótaspor.

At trúgva er at hvíla
og líta á hans verk,
at deyða kunna smíla,
í sorgum vera sterk.

At trúgva er at takka.
Guds vegur náði er;
um bratt tað ber um bakka,
við tøkk tó dagur fer.

At trúgva er at halda
í hendur frelsarans
og lata Andan valda
á leið til himnalands.