At vera barn í Føroyum

Orð: Øssur Berghamar
Lag: Eyðun á Lakjuni
Viðmerking: Yrktur í 2013.

At vera barn í Føroyum er ein signing undurfull,
ein gáva stór, sum mær varð givin við.
At ganga frítt á eingjum grønum, hoyra áartutl
frá løki rennandi við garðalið.

Eg gleðast kann um lívið og um sólina sum sær.
og fuglar fríar, flúgvandi í nánd.
Og fjallatindin, sum seg hevjar yvir dal og skarð
her omanfyri føgru sjóvarstrond.

Lív og leikur í dreymanna landi,
børn ið spæla á sandi.

Tá vetur er og kavi legst, tá frøist hjarta mítt,
í mánalýsi hómast stjørnuskot.
Men tá ið várið kemur, klipp frá tjøldrum hoyrast frítt,
Tá gleðist eg um vársins milda lot.

Tó, fjálgt er innandurað, hugnaligt í stovu er,
har saman eru tey, mær standa nær.
Vit luta ymsar dreymar, um hvat framtíðin, hon ber,
tey biðja Harran um at fylgja mær.

Hann, sum ynskir at vera mín faðir,
veit um alt tað, ið bagir.

Tí Jesus barnavinur var, tá hann gekk niðri her,
hann kærleiksfult tók børnini í favn.
Og hann er nú mín frelsari, sum trygt og væl meg ber
ígjøgnum lívið inn í himmalhavn.

FavoriteLoadingGoym tekstin