Átjan

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Hanus G. Johansen

1. Tú ert enn so dárandi ung
– sum nýborið vár,
ið vitjar heimin
á sólgyltum flytfuglaveingjum
– tú ert einans átjan ung ár.

2. Tú ert enn so eggjandi rein
– sum perlandi tár –
sum døgg hin, ið skírdi
vársins fyrstsprotnu nálir
– tú ert einans átjan ung ár.

3. Tú ert enn so lekjandi góð
– hevur ongum veitt sár,
ið bløðir í loynd, sum tær flestu.
Tí ert tú dreymakvinna mín
– tú, ið ert einans átjan ung ár.

FavoriteLoadingGoym tekstin