Áttamannafarið

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Vísulag (Så kæmped de helte)

1. Av øllum teim snekkjum, ið Norðhavið bar,
ein tykist mær yndislig føgur,
tann báturin nevndur er áttamannafar,
sín svanasong nú hann kvøður.

2. Hann føroyingum fylgdi í túsund ár,
væl virdur av lágum og høgum,
við gyltari veiði um vetur og vár
hann søkklaðin legði at støðum.

3. Hans reisingar runda so stoltar at sjá
frá kjøli mót stýri og stavni,
hann leikti so lættur, tá havsbylgjan blá
hann lyfti á skúmandi favni.

4. Frá rakkanum reinhvít sum brimið á lógv
sást seglið í loti at dúka,
í logn løgdu reystmenni árar í sjógv,
og skjótur hann fram mundi strúka.

5. Ì vanda hann vardi mangt dýrabart lív;
og sigraði hann stormin so strangan,
tá førdi hann menn heim til til smábørn og vív
og mettaði mangan ein svangan.

6. Hann sá teirra gleði, hann sá teirra neyð,
hann sá teir sum unglingar spæla,
hann sá teir sum menn, tá teir vunnu sær eyð
og veldugir land mundi væla.

7. Hann sá, tá ið sóttirnar herjaðu tjóð,
tá hungur teir nívdi til jarðar,
tá frímannalutir og lunnindi góð
teir lótu av máttloysi fara.

8. Hann sá, tá ið aftur teir nýttu sítt skil
at reisast og ráða sær bøtur,
hann royndi sín alv, og hann hjálpti væl til
at fáa teir aftur á føtur.

9. Teir vunnu sær gull, og teir vunnu sær fæ,
men lítið av fedrana anda.
Nú skimast hann um seg og undrast á tað,
at stirvnan teir lata hann standa.

10. Nú hevur hann livað sín sælasta dag,
nú vinirnir illa hann svíkja;
eitt sótsvart, eitt klinkandi, stinkandi slag
teir velja – hann noyðist at víkja.

11. Við fúnaðum stavni hann stendur í vørr,
óbræddur, so regnið kann rota;
teir rivurnar tætta við vond og við spjørr
og stundum til ”lossing” hann flota.

12. Av koli og torvmold so svartur hann er,
í súðum sæst grasið at næla;
avhøvdaðan fiskin hann skarpan nú ber
sum fyrr hann so fiman sá spæla.

13. Tó eitt sinn um árið hann uggar seg enn,
tá grindin á grunninum blæsur,
tá draga av lunni hann skjótførir menn,
tá kennir hann hálvgloymdar ræsur.

14. Ì aldurdómsárum hann sýnir so prógv,
at onkuntíð mundi hann duga;
sjógangarin ristir sín ramliga bógv
og rennur sum ørvin frá boga

15. Ei undur um reystan hann reisir sín stavn,
av sonnum hann stoltur kann siga:
“Tær veiður, eg føroyingum førdi í havn,
enn munagott munna teir styðja.”

16. So sig honum tøkk og hitt síðsta farvæl,
um viðurin longur ei varar;
í Føroya fólks minni hann liva víst skal,
so leingi sum fløðir og fjarar.

FavoriteLoadingGoym tekstin