Austin

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Oh, Marie, jeg vil hjem

Væl vart tú bert eitt slitið gamalt lasafar,
rustaður og skeivur og skramblutur tú var,
hostaði illa, hevði kroniskt krím,
– men kortini so vart tú ognin mín.

O, mín Austin, mær leingist heim,
o, mín Austin, mær leingist heim,
eg sakni tín mjarrandi motor,
mær, mín Austin, leingist heim.

Tú bremsaði illa, slett ikki viðhvørt,
onga tonn í heysi, nei so eiðasørt,
eittans var títt eyga, buglað títt trýn,
– men kortini so vart tú ognin mín.

Gearini vóru ikki meira enn tvey,
og oftani var torført at finna tey,
satt at siga vart tú einki dollargrin,
– men kortini so vart tú ognin mín.

So ofta hevur tænt tú mær sum brúðarsong,
og einaferð – sig minnist tú – koyrdu vit kong,
– og kongur bað skriva bilin upp á seg,
– tá vóru vit ernir Austin mín og eg.

Manga hønu drupu vit, mítt gamla lasafar,
men vit koyrdu eisini mangt nýgift brúðarpar,
og um eg koyrdi fullur í samfull fimtan ár,
– so gekk tað væl til nú einaferð í vár.

Eg rendi á ein pela, og pelin fór um koll,
– eg var júst tá áleiðis at betala toll,
og eg hevði einans drukkið ein pegil av gin,
og so kom politiið og setti meg inn.

Teir søgdu: “Tú ert fullur” og skrivaðu sum brent.
“Eg drakk sum ein chaufførur” svaraði eg pent.
So spurdu teir um koyrikort. Eg svaraði: “Halt kjaft,
koyrikort havi eg ongantíð havt”.

Hálvtrýssinstjúgu dagar skal eg sita her,
eg fati tað ikki, áh den ónda verð.
Eg fati tað ikki, eg havi bara koyrt
í fimtan ár fullur uttan koyrikort.

FavoriteLoadingGoym tekstin