Av einglamunni komu boð

Orð: Alexandur Kristiansen
Lag: Jógvan á Lakjuni

Av einglamunni komu boð
at Gud, sum valdar ríkjum og
á himins stjørnum hevur tal,
sín son til jarðar senda skal.

Eitt barn varð føtt í Dávids bý
og reivað eini krubbu í;
so lágt og so forfjónað lá
tað barn, ið verøld fegnast sá.

Tá hoyrdust himins tónatól,
og lívsins morgunhani gól;
og stjørnan rann úr myrku nátt
og vitnaði um Harrans mátt.

Enn ljóða hesi boð so blíð
við hanagal úr fornu tíð,
at Gud, sum valdar rúmd og verð,
við sínum friði hjá oss er.

FavoriteLoadingGoym tekstin