Av fjalsins brún

Orð og lag: Einar Ekberg
Týtt úr svenskum: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Jerusalem

Av fjalsins brún hann lítur yvir staðin, har sólin
bakar bygningarnar á, men fremst og høgt
upphevjað henda dagin hitt stolta templið
skyggjandi hann sá. Við eygum starir hann,
sum gjøgnumtreingja hin fagra ham, ið hylur
svára neyð. Hann sær, at synd og vantrúgv
útisteingja tær signingar, ið hann so mangan beyð.

Og Jesus græt, hans eyma hjarta bløðir
av heitum kærleika til tey, hann sær, um
hetta fólkið – sínar egnu brøður – sum vilst
í døprum syndamyrkri var. Hann hoyrir larm
av staðsins veitslugaman og gleim og dans
til leik og bjølluspæl. Men tá í vestri hvørvur
sólargælman, fer Jesus syrgjandi um Kedrons
dal.

Jerúsalem, Jerúsalem, tú arma, sum støðugt
eykar tína syndamongd! Eg vildi teg sum
ungamammam varmað, men fyri mær var hurð
tín alsamt stongd. Jerúsalem – á, um tú bara
visti, hvat her til frið og besta tænir tær, men
fjalt nú er tað – sjónina tú misti – tú kendi ei ta
tíð, tú vitjað varð!

FavoriteLoadingGoym tekstin