Av fólki sum tær

Orð og lag: Buck Owens
Týtt: Steintór Rasmussen

Av fólki sum tær
Kemur fólk út av mær
Av vøkrum reinum sandi
Um hvítanes og skarð
Í brimið á eiði
Við stillan Tvøráfjørð
Ja, av fólki sum tær
Kemur fólk út av mær

Tá skýggj eru grá
Tung mín slóð
Er títt bros í eygum ein glóð
Og hvar tú enn fer
Ein sannleiki er
Ja, av fólki sum tær
Kemur fólk út av mær

Av fólki sum tær
Kemur fólk út av mær
Tá vetrarfrostur bítur
Og sólin aftur sær
Eftir gomlum gøtum
Har býarhjartað slær
Ja, av fólki sum tær
Kemur fólk út av mær

Tá skýggj eru grá
Tung mín slóð
Er títt bros í eygum ein glóð
Og hvar tú enn fer
Ein sannleiki er
Av fólki sum tær
Kemur fólk út av mær

FavoriteLoadingGoym tekstin