Av Grønlands ísi gráum

Av Grønlands ísi gráum,
úr stóra Afrika,
av Russlands fløtum lágum,
av Ceylon, Sumatra,
úr India skógi grøna,
úr Kina, Japan við
ótaldar røddir bøna:
Ber okkum boð um frið!

Hvat hjálpa blómur vakrar,
ið Harrin hevur skapt,
hvat fløtur, grønir akrar,
tá fólkið er fortapt!
Til einkis náði nýggja
hvønn dagin sendir hann;
tey dýrka tað, tey síggja,
og gloyma Skaparan.

Og kunnu vit nú goyma
tað ljós, vit hava sæð,
og øll tey mongu gloyma,
sum ikki kenna tað?
Nei, sig ta søgu góða!
Ei nøkur er sum hon;
lat náðiboðið ljóða
til hvønn fortaptan son!

Sum stormur flúgvi orðið
um hav og fjøll og lond,
til lívsins boð er borið
til havsins ytstu strond!
Skjótt kemur hvílan søta
til tann, sum stríddi her;
ein stutt, ein møðsom løta,
og so hann kransin ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin