Av hæddum himmalskum klárum

Orð: Friedrich Wilhelm Krummacher
Lag: Theodora Nicoline Meldal Cormontan
Týtt: Arnfinnur Setberg
Upprunaheiti: Høyt fra det himmelske høye

1. Av hæddum himmalskum klárum
Faðirsins eyga kann sjá
smíl títt – um tyngdur av tárum
– hjarta, hví óttast tú tá?

2. Alt, sum teg tyngir og tærir,
gremju og sorg lýðir á,
lekja kann alt, sum teg særir
– hjarta, hví óttast tú tá?

3. Um á teg stormar teir herja,
fíggindaherur leyp á,
vil hann teg varða og verja
– hjarta, hví óttast tú tá?

4. Lýð á hann, tráa og stunda
krúnu og stjørnu at fá!
Skjótt við hans bróst skalt tú blunda
– hjarta, hví óttast tú tá?

FavoriteLoadingGoym tekstin