Av himli boða einglar frið

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

Av himli boða einglar frið
til seyðamenn í nátt,
tí føddur Jesus Kristus er,
hann sælu okkum ber.

Og sangurin ljómar: ”Óttist ei,
vit boða gleðiboð”.
“Gangið eftir stjørnuni,
hon vísir tykkum veg”.

Stjørnuklár er náttin skær,
í staðnum Bethlehem.
Her koma hirðarnir til fjós,
at síggja heimsins ljós.

Av himli boða einglar frið
til seyðamenn í nátt,
tí føddur Jesus Kristus er,
hann sælu okkum ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin