Av Himli Jesus føddur varð til jarðar

Orð: Alfred B. Smith (ør. 1 og niðurlag) og Harry Dixon Loes (ør. 2–3)
Lag: Alfred B. Smith
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Tell me more of Jesus

1. Av Himli Jesus føddur varð til jarðar,
á Golgata har rann hans dýra blóð,
hann deyðan leið og vann mær fulla frelsu,
hann fyri teg og meg so nógv út stóð.

Niðurlag: Sig mær meir um Jesus og um Himmalin,
sig mær meir um Jesu kærleika.
Skjótt ein dag hann kemur eftir sínum
at taka tey heim í sín ljósa stað.

2. Við faðirhásætið Guds Sonur gongur
í forbøn fyri síni brúður her.
Mín sál er goymd í Jesu kærleikshondum,
hann øll mín rættvísi, mín gleði er.

3. Mítt trúarhjarta væntar, Jesus kemur,
hann gevur frið, sum ævigt vara vil.
Hvørt Guds barn biður: Kom skjótt, Harri Jesus!
Hvør er tað gott at hoyra honum til!

FavoriteLoadingGoym tekstin