Av Himli Jesus kom sítt lív at ofra

Orð: Alfred B. Smith (1. ørindi og niðurlag) og Harry Dixon Loes (2. og 3. ørindi)
Lag: Alfred B. Smith
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Tell me more of Jesus

1. Av Himli Jesus kom sítt lív at ofra,
læt dýra blóð sítt til at loysa meg,
í pínu leið og vann mær endurloysing,
so nógv hann gav – ja meir – at frelsa teg.

Niðurlag: Sig mær meir um Jesus og hans kærleika,
sig mær meir um staðin, sum hann ger,
sig mær um, tá aftur hann skal koma,
tá hann í Himmalin øll síni ber.

2. Við náðihásætið hann nú hvønn dagin
ber fram í forbøn tey, sum søkja hann.
Mín sál er vard av Harrans sterku hondum,
og hon tí trygg í ævir hvíla kann.

3. Við vón eg bíði nú, til Jesus kemur
og fríar fólk sítt út úr trongd og neyð.
Hans skaparverk mót hesum degi stundar.
Kom, Jesus, kom – øll onnur vón er deyð!