Av himni hátt í mannahold

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í februar 2007.

Av himni hátt í mannahold
kom sonur Guds til hesa fold,
og var av kvinnu borin.
Hann Gud vár var og Gudi hjá
sum skaparorðið himni á,
vár javnlíki er vorðin.
Lívið, ljósið,
føtt í fjósi,
leið oss lýsi,
veg oss vísi
aftur heim í paradísið.

Hann doyptur var í Jórdans á
at fremja faðirs frelsuráð,
so Gud oss kundi náða.
Tann boðskap Guds hann okkum bar,
at hann tað sanna vitni var,
ið kom av himni háa.
Til at stríða,
deyðan líða,
okkum fría
av Guds náði,
so í trúgv eg frelsu fái.

Hans frelsa er av náði bert,
– til tess er einki í oss vert
í Harrans frelsuráði.
Øll frelsan er hans kærleiksgerð,
sum nú í Kristi fullgjørd er,
– alt samalt bert av náði!
Trúnna, faðir
sál mín goymi,
aldri gloymi
gripin besta:
ævigt lív í Himli heysta.