Av krossinum ein kelda rann

Orð og lag: William Cowper
Niðurlag: Tullius C. O’Kane
Týtt: Jákup Olsen

1. Av krossinum ein kelda rann,
ein kelda rann,
ein kelda rann,
av krossinum ein kelda rann,
úr Jesu sárum fleyt;
og tann, sum kom til hana, fann,
til hana, fann,
til hana, fann,
og tann, sum kom til hana, fann,
hon deyðans megi breyt.

Niðurlag:
Áh, signaða kelda, áh, signaða flóð! –
Hvønn ein syndara ger hon hvítari enn snjó.

2. Hin ránsmaður á krossi fann,
á krossi fann,
á krossi fann,
hin ránsmaður á krossi fann
har frelsu fyri seg;
og tó eg óndur var sum hann,
var sum hann,
var sum hann,
og tó eg óndur var sum hann,
hin kelda frelsti meg.

3. Guds Lamb! Tað blóð, sum rann av tær,
sum rann av tær,
sum rann av tær,
Guds Lamb! Tað blóð, sum rann av tær,
tað missir ei sín mátt,
til allur skarin stendur har,
stendur har,
stendur har,
til allur skarin stendur har
hjá tær í Himli hátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin