Av lívinum lítið tú lærdi

Orð: Steingrím Niclasen
Lag: Gunnar Justinussen

Av lívinum lítið tú lærdi
um ikki tú lærdi tað
næstanum hond at rætta
áðrenn hann bønandi bað

Av lívinum lítið tú skilti
um tú – tá ið sól fer í kav
einki av øllum tær untist
neyðstædda næstanum gav

Av lívinum lítið tú skilti
um tú teg í yvirflóð
klæddi í purpur og visti
at næsti tín nektaður stóð

Av lívinum einki tú skilti
um tú tá ið nátt ber á
frá vøgguni át teg mettan
og næsti tín matleysur lá

Av lívinum einki tú lærdi
um løtu á tindinum stóð
men hómaði ikki næstan
sum niðri í fjøruni vóð

Av lívinum einki tú skilti
um borin á tindar eitt bil
og lætst har í øllum tú gjørdi
sum var ikki næsti tín til

Men lærdi teg lívið at rógva
við næstanum streymharðan sjógv
tá kannst av sonnum tú siga
at lívið tað lærdi teg nógv

FavoriteLoadingGoym tekstin