Av náði Guds barn eg var vorðin

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 13. januar 2009.

1. Av náði Guds barn eg var vorðin,
ta stund eg til dópin varð borin,
tí komi eg til tín við gleði
í dag her á fermingardegi.

2. Gud, hjálp mær at vraka hitt illa
og alt tað, ið lív mítt kann spilla.
Grundfest mína trúgv á teg, Faðir,
og verj meg mót øllum, ið skaðir.

3. Gud, Heilagi Andi, meg styrki
í frítíð og dagligum yrki,
at barn títt eg altíð má vera,
ið lýðið tín vilja vil gera.