Av náði Guds

Orð og lag: Øssur Berghamar
Viðmerking: Yrktur á várið 2012.

1. Mínum frelsara eg takka vil av hjarta,
fyri signingar og vernd á lívsins leið.
Hann meg trygt á herum bar
– var altíð har,
hóast skeivt var mangt eitt stigið, eg steig.
Mangan ivandi mítt hjartað hevur verið,
mangan vantrúgvin og sjálvráðin eg var.
Men av náði Guds eg eri tað eg eri,
og hans náði stór var móti mær.

2. Eg vil takka Honum fyri míni fyri míni kæru,
fyri tey sum bóðu fyri míni sál.
Fyri tey, mær rættu hond
– mong vinarbond,
fyri tey, ið hjálptu mær at seta mál.
Ofta lítið hugsandi eg havi verið,
mangan gloymt, at alt, eg fekk, mær givið var.
Men av náði Guds eg eri tað eg eri,
og hans náði stór var móti mær.

3. Mínum frelsara eg lova vil av hjarta,
Honum prísa, sum meg leiddi higartil,
fyri lív í yvirflóð
– og lyfti góð,
at hann allan vegin heim meg bera vil.
Orðið sigur, at eg líkur honum verði.
tá eg andlit hans skal skoða uppi har.
Ja – av náði Guds eg eri tað, eg eri,
og hans náði stór var móti mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin