Av náði sá eg, hvat eg var

Orð: Frederik H. Koed
Lag: Týskt fólkalag
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Af nåde så jeg, hvad jeg var

1. Av náði sá eg, hvat eg var:
Ein syndari í váða,
sum lívið móti deyða bar,
sum dómur vildi náa.

2. Av náði eri eg í dag
eitt gudsbarn, frelst av náði,
sum Jesus ger til reiðar stað,
sum arv við honum fái.

3. Og hvør mín lutur verða skal
á foldum – Gud hann sendir;
og hann, sum altíð vil mær væl,
mær alt til besta vendir.

FavoriteLoadingGoym tekstin