Av øllum ber í hesi verð

N.F.S. GrundtvigPetur Jacob Sigvardsen
Orð: N.F.S. Grundtvig
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 23. mars 1973. Nýggj týðing í 2004.

Av øllum ber í hesi verð
Guds sonar himmiríki;
tess dýrd so ovurmikil er,
at ei finst hennar líki.

Ósjónligt so sum og sál og sinn,
tað sjónskt tó er at síggja
sum staðurin um fjallatind,
ið dagar upp til skýggja.

Tess gáta er eitt guddóms orð,
ið skapar, sum tað talar,
tað slættar klettar, fjøll og skor,
og fyllir sund og dalar.

Ja, Jesu-dópin vígdi tað
og signar altarborðið,
har sprettur lívsvón findarglað
í Harrans halga orði.

Tað orðið skapar kor so góð
hjá stríðsins hetjum smáu,
so hoyrast kunnu sigursljóð
úr mold og bylgju bláu.

Tað skapar vín úr kelduvað
og paradís úr oyði,
tað birtir lív og ljósan dag
á heimsins myrka heiði.

Lat hvæsa hvørt eitt ormaslag
um ríkis fall við frøi,
Gud krýnir tó hvønn ein tess dag
við gróðri og við grøði.

Tess glitur spratt sum aks í ong,
sum summar frítt í lundum;
tað metast kann við fuglasong,
við vesturskin í sundum.

Ta tign tann mikli kongur ber,
ið kross bert læt sær lynda,
so hann ein lívsins rósukrans
um enni várt kann binda.

Ja, tá hann kemur himni á,
er kristna skeið fullrunnið;
tað, trúgvandi í spegli sá,
tey sælu hava vunnið.

Tá ríkið er sum ævigt vár
her sjónskt á hvørjum degi,
eitt ævinleikans fagnarár
við rætti, friði, gleði!